Kyndil át seg aftur

Seinasta korterið vendi Kyndil mest sum vónleysu støðuni, og nú er alt opið undan seinnu hálvfinaluni

Kyndil-VÍF 23-23 (6-11)

 

Kyndil framdi eitt hálvt bragd, tá teir í dag spældu javnt móti VÍF.

 

Fyri steðgin var millum lítið og einki, sum riggaði hjá teimum grønu, ið bert høvdu seks mál, tá farið varð til hálvleiks.

 

Tað batnaði nakað eftir steðgin, men VÍF helt alla tíðina fast um sína leiðslu, og tá eitt korter var eftir, vóru framvegis fimm mál á muni.

 

Men seinasta korterið fekk Kyndil veruliga fatur á. Gestirnir spældu ikki longur við sama yvirskoti, og so fekk Kyndil møguleikan at koma aftur.

 

Teir stríddu seg eisini upp á javnt, og hóast VÍF enn einaferð legði seg framum, so eydnaðist toppskjúttanum, David Edvardsen at fáa seinasta orðið í dystinum.

 

Soleiðis er alt nú víðopið, áðrenn teir báðir arvafíggindarnir spæla seinnu hálvfinaluna um fýra dagar.

 

---

 

30 min: Kyndil-VÍF 6-11

 

Tað er einki, sum í løtuni bendir á, at Kyndil hevur møguleika at røkka steypafinaluni hjá monnum.

 

Frá byrjan var tað VÍF, sum hevði betra takið á dystinum, og serliga lá tað væl fyri hjá teimum at skora í vinstru álopssíðu.

 

Kyndil fekk tipt verjuna eftir eitt time-out, men seinna korterið undan steðginum hava teir grønu slettis ikki skorað. VÍF hevur spakuliga økt um munin, sum nú er fimm mál, og tí skal okkurt heilt alvorligt henda, um Kyndil ætlar sær at skapa spenning í hálvfinaluni.