Kyndil annað beinið í finaluni

Kvinnurnar hjá Kyndli gjørdu í kvøld av við oddaliðið og er nú ógvuliga tætt við FM-finaluplássið.

Oddadystur var í bestu deildini hjá kvinnum í kvøld, har grannarnir úr Neistanum og Kyndli hittust. Neistin stevnir av fyrsta plássi beina kós ímóti FM-finaluni, meðan tær úr Kyndli høvdu størri tørv á sigrinum. Við einum sigri kundu tær nevniliga fáa sera góða støðu í mun til pláss í FM-finaluni.


Kyndil legði fyri sum eitt ódnarveður. Tær vóru á odda 8-1 áðrenn Neistin kom fyri seg, men hóast stóru leiðsluna, so eydnaðist tað Neistanum at vinna seg inn aftur í dystin. Hálvleiksstøðan var nevniliga 9-8 til Kyndil.


Í seinna hálvleiki stríddist Neistin fyri at koma upp á javnt, men tað eydnaðist teimum ongantíð at hála inn á Kyndil, sum seinastu løtuna streyk avstað og vann dystin 22-18.


Kyndil er nú seks stig frammanfyri VÍF á triðja plássi, sum tó hevur leikt ein dyst færri. Kyndil hevur tríggjar dystir eftir at leika, meðan VÍF hevur fýra.