Hondbóltur
Kyndil-StÍF. StÍF-Kyndil. Bara heitið á dystinum hevur tey mongu seinnu árini borga fyri góðsku av slíkum slag, sum sjáldan sæst í føroyskum hondbólti. Onkursvegna hevur tað mest sum altíð lagað seg soleiðis, at dystirnir millum liðini bæði hava átt alt tað, sum áskoðarar tráða eftir at síggja hvønn tann einasta sunnudag. Ferð, dramatikk, gott spæl í bæði verju og álopi blandað saman við framúrskarandi einmansavrikum munnu vera grundelementini í hesum, og tí hevur upplivingin við hesum dystum ofta verið sum at fáa sær ein sjáldsama góðan bita á eini fínari matstovu. Stutt sagt reint krás fyri áskoðararnar.
Ikki eins gott
Tað skal tó verða sagt, at í so máta mundi dysturin millum liðini bæði mikukvøldið ikki liva upp til lovandi orðini omanfyri. Til tíðir var talan um gott spæl ? serliga frá StÍF ? og til tíðir var eisini um reppið, at veruligur spenningur kom í dystin, men heildarmetingin sigur tó, at talan ikki var um ein dyst, sum lyfti seg langt upp um miðalkarakterin, sum føroyskir dystir fáa.
Orsøkin til hetta var kanska longu at finna í fyrstu minuttunum av dystinum, tá heimaliðið alt fyri eitt vann sær eina hampuliga stóra leiðslu. Við góðum verjuspæli og fullari ferð á álopinum var sera tungt hjá einum ? hesa løtuna ? illa koyrandi Kyndils-liði at fylgja við yvirhøvur. Og nakni veruleikin er eisini, at hevði Kyndil ikki havt fyrrverandi StÍF-málverjan, Johan Danielsen, í málinum hesa løtuna, hevði máltalvan víst nakað heilt annað og størri enn 6-2 leiðsluna, sum heimaliðið her vann sær.
Kyndil fótaði sær tó nakað, soleiðis at munurin ikki vakt tað heilt stóra eftir hetta. Johan stóð framvegis framúr væl í málinum, og hjálpin frá viðleikarunum batnaði eisini munandi eftir hesa fyrstu løtuna, men framvegis tóktist tó greitt, at strandingar vóru nakað væl betri enn oddaliðið á degnum.
Hálvhjartað
Hóast teir í steðginum vóru aftan fyri við fimm málum, so mundu teir í Kyndli hest ugga seg við minninum um tilsvarandi dystin í grundspælinum, har tað eydnaðist at venda eini annars tryggari StÍF-leiðslu.
Kanska mundi onkur av áskoðarunum eisini fara at hugsa um hetta, tá Kyndil í seinna hálvleiki legði fyri at skjóta trý mál á rað, men leikararnir sjálvir høvdu tó sett í seg, at hetta so ikki skuldi henda aftur. Eftir lítla skelkin vóru teir skjótir at svara aftur. Ikki minst vóru teir báðir Johansen-beiggjarnir í essinum, og kvika fótskifti teirra fekk fleiri ferðir Kyndils-verjuna at líkjast onkrum, sum í besta føri hevði fingið skeivar skógvar á føturnar undan dystinum.
Og hóast Kyndil enn einaferð royndi at svara aftur, nú StÍF hevði vunnið seg átta mál framum, so eydnaðist hetta ongan tíð meira enn partvíst. Eitt skifti varð munurin minkaður niður í fýra mál, men tá Kyndil so misnýtti brotskast, og StÍF í løtunum eftir hetta økti til fimm mál, var liðugt. Hvørki kropsliga ella sálarliga tóktust teir grønu hava nakað sum helst eftir í sær. Teir fingu kanska pyntað um endaliga úrslitið allar seinastu minuttirnar, men tá vóru strandingar langt síðani farnir at gleðast um sigurin, so meira enn ein hálvhjartað roynd gjørdist hetta ongantíð.
Í aldudali
Og kanska hevur StÍF við hesum sigrinum aftur meldað seg inn í oddastríðið, har teir annars meldaðu pass seinasta sunnudag.
Sum er, so eru tó framvegis trý stig upp til oddin, so teir skulu í øllum førum hava hjálp, um tað skal koma somikið langt, men við tveimum havnarfeløgunum, sum sínamillum stríðast um oddasessin og einum VÍF-liði, sum loksins tykist vera komið fyri seg, er hendan hjálpin ikki heilt óhugsandi. Spurningurin er so bara, hvørt strandingar sjálvir eru førir fyri at halda støðinum á egnum spæli nóg høgt, soleiðis at teir kunnu gera sær dælt av møguligum mistøkum frá øðrum liðum.
Og so er tað Kyndil. Teir hava alt árið hildið seg frammi á oddasessinum, men onkrusvegna tykist, sum hava teir í ringast hugsandi løtu valt at fara í ein lítlan aldudal. Seinastu dystirnir hava í nógvar mátar verið lítið sannførandi fyri eitt oddalið, og vinnur Neistin væntaða sigurin á KÍF um vikuskiftið, so eru teir heldur ikki oddalið longur. Tá munar tað lítið, at Kyndil hevur verið á odda frá fyrsta til 16. leikumfar, um alt verður tveitt á gólvið seinastu fýra dystirnar!
Dysturin í tølum
StÍF-Kyndil 32-29 (20-15)
Málskjúttar
StÍF: Alexandur Johansen 9(2), Artur Johansen 6, Sveinur Justinussen 4, Mihai Marinescu 4, Andre F. Danielsen 4, Bent Djurhuus 2, Leivur Justinussen 2, Pauli Hansen 1
Kyndil: Josef Abrahamsen 10(6), Jacob Jónsson 7, Jónleif Sólsker 3, Janus Einar Sørensen 3, Hans Áki Dal-Christiansen
Brotskøst: StÍF 2, Kyndil 10
Útvísingar: StÍF 6, Kyndil 4
Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen. Í fleiri førum tóktust avgerðirnar beinleiðis løgnar, og samanumtikið var talan ikki um teirra besta dyst. Kanska eisini eitt tekin um, hvussu trupult tað er hjá einum dómaraparið at skula døma tveir dystir eitt gerandiskvøld.









