Kyndil 20 ár í 1976

Fríggjadagin 10. mars 2006 fylti hondbóltsfelagið Kyndil í Havn 50 ár.

Felagið var stovnað 10. mars 1956 sum ein deild av Ungmannadeildini hjá NIOGT í Føroyum, har Jákup Lindeskov var formaður.
 
Í fyrstu nevndina í Kyndli komu: Jógvan A. Joensen, formaður, Hannis Jacobsen, næstformaður, Viggo í Stórustovu, skrivari, og Elsa Poulsen, kassameistari. Tiltakslimir vóru: Rannvá Hentze og Nikk Hansen. Pole Jacobsen og Tórbjørn  Mikkelsen vóru fyrstu grannskoðararnir.
 
 
Myndatekstur:
 
Myndin er tikin í 1976, tá felagið fylti 20 ár. Tá var skipað fyri kappingum millum elstu kvinnu- og mansliðini hjá Kyndli og Neistanum. Myndin er av mansliðunum.
 
Aftara raðf.v.: Ludvík Petersen + (dómari), Gunnar Ihlen (Neistin), Nick Hansen + (Kyndil), Petur Hans Poulsen (Kyndil), Pole Jacobsen + (Kyndil), Hannis Jacobsen (Kyndil), Heðin Mikkelsen (Kyndil), Jákup Dahl (Neistin), Vagnar Olsen + (Kyndil), Tórbjørn Mikkelsen (Kyndil) og Kriss Guttesen + (Neistin).
 
Fremra rað f.v.: Jákup Lindenskov (Kyndil), Dia Jacobsen (Kyndil), Jógvan A. Joensen (Kyndil), Petur Clementsen (Neistin), Heri Jensen + (Neistin), Henning  Eysturoy + (Neistin), Heini Johansen (Neistin) og Evald Larsen (Neistin).
 
Mynd: Myndaárbókin  árið ið fór 1976