KÍF var í stórum trupuleikum ímóti Kyndli 2 í bólki 1 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum í dag.
KÍF vann við bert einum máli 27-26 á gomlu Kyndilsspælarunum, ið prógvaðu, at enn eru knotur í teimum.
Í steðginum var Kyndil 2 á odda 14-13. Tá ein minuttur var eftir skoraði Janus Einar Sørensen hjá Kyndli 2 til 27-26, men KÍF reið stormin av seinasta minuttin og fekk harvið tey bæði týðandi stigini í bólki 1. Tá fimm minuttir vóru eftir var støðan 26-22 tll KÍF, men seinastu løtuna kom klinkur í hjá kollfirðingum.
Hans Eli Sigurbjørnsson var toppskjútti hjá KÍF við 11 málum. Borko Cupara skoraði sjey mál fyri KÍF.
Julian Johansen var toppskjútti hjá Kyndli 2 við níggju málum. Bjarni Sørensen skoraði átta mál fyri Kyndil 2.
Við sigrinum leggur KÍF stórt trýst á VÍF, ið skal spæla ímóti H71 í Hoyvíkshøllini klokkan 16 í morgin. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7.
H71 og KÍF hava fýra stig. VÍF hevur tvey stig, og Kyndil 2 endar aftast við ongum stigi, men við heiðurligum avriki í seinasta dystinum.
Faxe Kondi-kappingin 2018-19 (hsf.fo)
Bólkur 1:
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 2 | 68 | 45 | 23 | 4 |
2 | KÍF | 3 | 81 | 84 | -3 | 4 |
3 | VÍF | 2 | 60 | 55 | 5 | 2 |
4 | Kyndil 2 | 3 | 72 | 97 | -25 | 0 |
Hósdagur 24.01.19 kl. 18.00 Kyndil 2 – H71 22-38
Týsdagur 29.01.19 kl. 20.00 VÍF – KÍF 28-31
Sunnudagur 03.02.19 kl. 16.00 VÍF – Kyndil 2 32-24
Sunnudagur 03.02.19 kl. 16.00 H71 – KÍF 30-23
Leygardagur 09.02.19 kl. 18.00 KÍF – Kyndil 27-26
Sunnudagur 10.02.19 kl. 16.00 H71 – VÍF