EVNISDAGUR
Norðurlandaráðið í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya
Seinastu fimm árini hevur Norðurlandaráðið stuðlað eini stórari granskingarverkætlan við heitinum Kyn og harðskapur. Endamálið við verkætlanini varð at varpa ljós á harðskap í mentunarligum høpi, við serligum atliti til harðskap kynjanna millum.
Nú verkætlanini er liðug, hevur Norðurlandaráðið gjørt av at kunnast skal um úrslitini. Fyrsta tiltakið var ein stór ráðstevna, sum var í Gøteborg í summar. Harafturat hevur Ráðið gjørt av, at úrslitini skulu kunnast í øllum Norðanlondunum. Kunningin í Føroyum verður á evnisdegi, sum verður í Norðurlandahúsinum mánadagin 5. september. Við á fundinum vera millum annað umboð fyri løgregluna, Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, sum hevur umboðað Føroyar í stýrisbólkinum og Katrine Sidenius, sum er yvirlækni á nýggju miðstøðini fyri neyðtøkuoffur á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.
Evnisdagurin vendir sær serliga til fakfólk innan heilsu-, sosial- og skúlaverkið, løgregluna, politikarar og fjølmiðlar, men øll, sum hava áhuga fyri evninum, eru hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið. Tað kostar einki at vera við á evnisdegnum. Eyðun Joensen og Fróðskaparsetrið skipa fyri evnisdegnum.
Skráin á evnisdegnum er henda:
9.00-9.25 Eyðun Joensen, psykologur vegna stýrisbólkin:
Kunning um ráðstevnudagin og granskingarverkið hjá NorFa/Norðurlendska
Ráðharrastovninum um "Kön och Våld" ,"Gender & Violence" 2000-2005.
9.30-9.50Malan Marnersdóttir, professari, dr.phil., Fróðskaparsetur Føroya:
Harðskapur lýstur í føroyskum bókmentum
9.55-10.15Eyðun Andreassen, professari, dr.phil, Fróðskaparsetur Føroya:
Harðskapur lýstur í sagnum og kvæðum
10.15-10.45Kaffi og te
10.45-11.20Jens Jensen & Hildur Hentze, Løgreglan:
Um harðskap og harðskapsfyribyrging í løgregluarbeiðinum
11.25-12.00Elin R. Planck, leiðari fyri Kvinnuhúsið:
Royndirnar frá arbeiðinum í Kvinnuhúsinum
12.00-13.00Steðgur
13.00-14.00Katrine Sidenius, yvirlækni á Rigshospitalets Center for Voldtægtsofre:
Royndirnar frá arbeiðinum á Ríkissjúkrahúsinum og um nakrar av granskingarverkætlanunum
14.00-15.15Panelorðaskifti, har høvi verður hjá áhoyrarum at viðmerkja, spyrja og fáa svar
15.15-15.30Eyðun Joensen frá stýrisbólkinum fyri granskingarverkætlanina:
Samandráttur og niðurstøða
Orðstýrari: Helena Dam á Neystabø
Ókeypis luttøka eins og høvið verður hjá fólki ókeypis at ogna sær ymsar granskingarfrágreiðingar um harðskap v.m.