-Summi vildu vera við, at eg hevði longu tapt, og tey bóðu meg gevast. Men tað amerikanska fólkið gevst ongantíð, og tey hava krav upp á ein forseta, sum heldur ikki gevst, segði ein sigurssæl Hillary Clinton, tá tað var greitt, at hon hevði vunnið á Barrack Obama í Pennsylvania.
Sigur hennara kom ikki óvart á nakran, tí allar meiningakanningar vístu, at hon fór at vinna. Spurningurin var bara, hvussu stórur sigurin bleiv, og sambært teimum seinastu tølunum fekk Hillary Clinton umnleið 55 prosent av atkvøðunum, og Barrack Obama fekk umleið 45 prosent.
Politiskir eygleiðarar vísa í hesum viðfangi á, at Obama hevur brúkt tvær ferðir meiri pengar til valstríðið í Pennsylvania enn Hillary Clinton. Hinvegin kann hann rósa sær av, at munurin teirra millum bleiv ikki tey 20 prosentstigini, sum kanningarnar fyri nøkrum vikum síðani bendu á.
Úrslitið í Pennsylvania fær ikki stórvegis ávirkan á ta samlaðu støðuna, tí Barrack Obama hevur framvegis væl fleiri valmenn enn Hillary Clinton. Men úrslitið hevur tann týdning, at Hillary Clinton nú fer at halda fram við valstríðnum. Hevði hon tapt í Pennsylvania, var hon ivaleyst givin.
Kyn og húðalitur
Kanningar í Pennsylvania í gjár vístu, at tað vóru serliga kvinnurnar og teir hvítu menninir í arbeiðarastættini, sum tryggjaðu Hillary Clinton sigurin. Hesi, sum ofta verða umrødd sum Reagan-demokratar, styðja demokratarnar, tá tað snýr seeg um búskaparpolitkkk, men republikanararnar, tá tað snýr seg um trygdarpolitikk og moralskar spurningar.
Kanningarnar vístu eisini, at nógv teir flestu svørtu veljararnir settu kross við Barrack Obama. Í summum støðum fekk hann meiri enn 90 prosent av teimum svørtu atkvøðunum.
Ein kanning hjá sjónvarpinum CNN vísir, at tveir triðingar av teimum svørtu verljarunum fara ikki at atkvøða fyri Hillary Clinton, verður hon forsetavalevni hjá demokratunum. Sama kanning vísir, at bara helmingurin av veljarunum hjá Hillary Clinton eru til reiðar at atkvøða fyri Barrack Obama, verður hann valevni hjá demokratunum í heyst.
Næstu uppstillingarvalini verða í North Carolina og Indiana um fjúrtan dagar.