Kylian Mbappe er bara 24 ára gamal, men hevur longu tikið metið sum tann leikarin, ið hevur skotið flest mál fyri Paris Saint Germain í bestu fronsku fótbóltsdeildini.
Tá Kylian Mbappe skoraði til 1-0 í 3-1 sigrinum hjá Paris Saint Germain yvir Lens í Ligue 1 í kvøld var talan um hansara mál nummar 139 í bestu fronsku fótbóltsdeildini, ið er met.
Gamla metið átti uruguayanski málrevurin, Edinson Cavani við 138 málum.
Kylian Mbappe hevur eisini tikið metið hjá Edinson Cavani, tá talan er um skotin mál í bæði Ligue 1, í fronsku steypakappingini og í evropeiskum dystum. Har hevur Kylian Mbappe metið við 202 málum. Gamla metið átti Edinson Cavani við 200 málum.
Um bara mál í fronsku steypakappingini manglar Kylian Mbappe trý mál fyri at taka metið frá Edinson Cavani. Edinson Cavani hevur skotið 32 mál í fronsku steypakappingini, meðan Kylian Mbappe hevur skotið 30 mál, men tað metið fer uttan iva at fella skjótt.











