Monaco er franskur meistari fyri fyrstu ferð síðani aldarskiftið, eftir at liðið í kvøld vann 2-0 á St. Etienne. Fúrstadømi í suðurfraklandi hevur undirhildið við framrættaðum og málsøknum fótbólti. Í kvøld kom lønin, tá liðið vann franska meistaraheitið.
Sum ikki eina ferð, so er tað nýggja stjørnuskotið í fronskum fótbólti – tann 18 ára gamli Kylian Mbappé – sum átti sín stóra lut í sigrinum hjá Monaco á St. Etienne. Áleyparin hevur av álvara havt sítt gjøgnumbrot í ár, og øll tey stóru feløgini í Evropa eru eftir honum.
Kylian Mbappé, sum verður róptur tann nýggi Thierry Henry, legði Monaco á odda í fyrra hálvleiki. Stutt fyri tíð staðfesti Valere Germain sigurin og landskappingargullið við máli til 2-0. Monaco hevur í ár skorað ikki færri enn 104 mál í Ligue 1.
Altjóða miðlar vænta, at fleiri av spælarunum verður seldir komandi tíðina. Har í millum Kylian Mbappé, Benjamin Mendy, Thomas Lemar og Tiemoue Bakayoko.
(Livescore.com)
1
37
75
92
2
37
56
86
3
37
27
77
4
37
29
66
5
37
15
59
6
37
10
58
7
37
-11
51
8
37
1
50
9
37
-5
50
10
37
-8
47
11
37
-4
43
12
37
-10
43
13
37
-11
43
14
37
-32
43
15
37
-16
39
16
37
-12
36
17
37
-29
36
18
37
-26
35
19
37
-24
34
20
37
-25
32










