Føroyingar eru aggressivir og drepa grind, tí teir hava so nógv kyksilvur í blóðinum, segði Dr. Richard Fischer á einari stórari læknaráðstevnu í USA fyri einum mánaði síðan.
Richard D. Fischer er fyrrverandi forsiti í International Academy of Oral Medicine and Toxicology. Tað hevur enn ikki eydnast Sosialinum at fáa samband við Dr. Richard Fischer, men vit hava fingið orð á danan, Claus Hancke, sum hevur endurgivið orðini í Ugeskrift for Læger.
Høvuðsevnið á ráðstevnuni í Washington D.C. var krabbamein, sigur hann, men onkrir fyrilestrar snúði seg um evnið neurotoxicitet, sigur Claus Hancke, sum ikki minnst heitið á ráðstevnuni. Í tí sambandi varð sagt, at kyksilvur ávirkar sinnið. Fyri at prógva tað vísti Dr. Fischer føroyskt grindadráp.
Á ráðstevnuni vóru læknar frá øllum heiminum og fleiri teirra grótu, sigur Claus Hencke, sum sjálvur er serlækni í almennum medisini. Claus Hancke, sum er í feriu, sigur seg ikki minnast akkurát, hvørji prógvini vóru fyri pástandinum hjá Dr. Fischer. Spurdur, um hann í fullum álvara sum lækni heldur, at kyksilvurið í føroyingum er orsøk til,at føroyingar eru aggressivir og drepa grind, svarar hann:
? Eg meini tíverri ikki, at tað er kyksilvurið, sum er orsøk til, at føroyingar uppføra seg soleiðis í grindadráp, og eg meini heldur ikki, at tað er grundin til, at teir halda fast við grindadráp sum ritual. Og eg havi heldur onga meining um, at føroyingar eru harðrendari enn onnur fólk. Tað havi ongar fortreyt fyri at døma um, sigur hann og dregur sostatt eitt sindur í land frá greinini í Ugeskrift for Læger.
Eingin føroyingur var á ráðstevnuni, og helst var tað orsøkin til, at eingin talaði at ógvuliga ivasomu vísindaligu niðurstøðuni hjá serfrøðinginum. Men hóast hann eftir øllum at døma ivast í vísindaligu niðurstøðuni hjá Dr. Fischer, so setti Claus Hancke ikki spurning við hana. Sambært danska læknanum var tað ein lætti, at fyrilestrarhaldarin helt samband vera millum kyksilvur og grindadráp.
? Tað gav føroyingum eitt alibi fyri teirra primitiva atburð í sambandi við hetta groteska ritualdráp. Eitt alibi, sum flutti tankarnar hjá áhoyrarunum frá, at føroyingar kundu vera meira primitivir enn onnur siviliserað fólk. Eitt alibi, sum umbar ta primitivu og harðligu atferð, sum er í sambandi við grindadráp. Tað krøktu vit okkum í og brúktu sum alibi fyri at vera í ríkisfelagsskapi við hetta fólk. Føroyingar átti at hildið seg ov góðar til grindadráp í ár 2003, sigur Claus Hancke.










