Danska blaðið, Politikken, veit at siga, at granskingarúrslitini hjá m.ø. Pál Weihe, ið snúgva seg um árinini av kyksilvuri í sjómati, vekja ans í hesum døgum. Kanningarúrslitini, ið Pál Weihe er komin til í felagi við danskar, amerikanskar og japanskar granskarar, vórðu løgd fram á stórari ráðstevnu í Grikkalandi í farnu viku.
Kanningin er grundað á blóðroyndir, tiknar úr nalvastrongunum á 1.000 føroyskum nýføðingum, eins og somu børn hava verið kannað 7 ár seinni. Læknafrøðiliga niðurstøðan av kanningini er ikki góð. Sagt verður frá minni støðugum hjartavirksemi og hækkaðum blóðstrýsti millum tey kannaðu børnini.
Sambært granskarunum bendir kanningin á, at kyksilvur er ein av orsøkunum til hjarta og æðratrupuleikar teirra vaksnu. Og tískil kann sigast, at ávirkan í fosturtilveruni kann hava við sær trupulleikar seinni í lívinum.
Granskarar halda, at ansvekjandi kanningarúrslitini áttu at fingið heilsu- og umhvørvismyndugleikar kring heimin at ressast við. Serliga tí úrslitini benda á, at tað er annað enn heilsuvánaligur liviháttur, ið hevur við sær hjarta- og æðratrupulleikar.
Pál Weihe er burturstaddur í løtuni, so til bar ikki at fáa viðmerking frá honum.