Eftir øllum at døma er eldurin, sum brendi í einum húsum fríggjakvøldið miðskeiðis í Havnini, kyknaður í stovuni. Vakthavandi á løgreglustøðini í morgun váttar, at soleiðis er, men sigur, at enn er ikki endaliga staðfest, hví eldur kom í.
Kringvarp Føroya hevði í gjár eina samrøðu við brandteknikaran hjá løgregluni, Per Skov Christensen, sum váttaði, at maðurin, ið átti húsini og lá og svav inni, tá eldurin kyknaði, hevði sæð eld og royk koma úr stovuni, áðrenn hann slapp sær út úr húsunum.
Per Skov Christensen nevndi eisini í samrøðuni, at maðurin hevur tað gott, tó at hundur hansara doyði í eldsbrunanum. Húsini standa heil, men eru illa farin innan.











