Eldurin, sum fyri góðum tíma síðan kyknaði í Miðberg Bakaríi í Saltangará, er nú sløktur.
Sunleiv Højgaard, sløkkiliðsleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, sigur, at eldurin eftir øllum at døma kyknaði á ovastalofti, har útsúgvingar og annað er.
- Tað var eitt sindur trupult at koma upp á loftið, men tað eydnaðist sløkkiliðsmonnum at koma upp og fáa bast eldinum, ið var.
Hann heldur ikki, at sjálvur eldskaðin er stórur, men her verður talan um roykskaða og stóran vatnskaða.
Sunleiv Højgaard vil ikki meta um, hvør orsøkin er til, at eldur kom í Miðberg Bakari í Saltangará í kvøld.
- Tað fara helst aðrir myndugleikar at taka sær av, men tað vísti seg, at eldurin var byrjaður á ovastalofti, sigur sløkkiliðsleiðarin hjá Skálafjarðar Sløkkiliði.