Kykmyndir: NSÍ vinnur á HB

Her ber til at síggja samandráttin millum NSÍ og HB, har NSÍ vann 2-0

NSÍ er oddalið í Effo-deildini, eftir at teir vunnu 2-0 á HB í 6. umfari í Effo-deildini í dag. Klæmint A. Olsen og eitt sjálvmál frá sakleysa René Shaki Joensen bleiv munurin.


Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

Úrslitini í 6 umfari í Effo-deildini:

FC Suðuroy-AB 3-1

NSÍ-HB 2-0

ÍF-KÍ 3-1

B36-TB 3-0

EB/Streymur-Víkingur 1-2

 

Stigatalvan í Effo-deildini:

1. NSÍ 15 stig

2. B36 14 stig

3. Víkingur 10 stig

4. HB 9 stig

5. ÍF 7 stig

6. TB 6 stig

7. KÍ 5 stig

8. AB 5 stig

9. EB/Streymur 3 stig

10. FC Suðuroy 3 stig