Kykmyndir: Her vinnur B36 á TB

Væl spæld mál í B36 sigri á TB í steypakappingini

Í dag var fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið, og í einum av dystunum hittust tvey av fremru Effoliðunum.

B36 tók ímóti TB í Gundadali, og við 2-1 sigri vann B36 seg víðari í fjórðingsfinalurnar.

Lukasz Cieslewicz skoraði bæði málini hjá B36 í fyrra hálvleiki, meðan Albert Adu minkaði um munin stutt fyri leiklok.

Trýst á pílin í myndini omanfyri fyri at síggja samandrátt av dystinum.


B36 – TB 2-1

1-0 Lukasz Cieslewicz

2-0 Lukasz Cieslewicz

2-1 Albert Adu