Ung í Føroyum og hinum norðurlondunum við hugflogi og áhuga fyri filmsgerð og veðurlagsviðurskiftum fáa áhugaverda avbjóðing, sum varir til 23. oktober, skrivar www.sev.fo. REClimate er ein norðurlendsk kykmyndakapping fyri ung í aldrinum 15-19 ár, ið hava áhuga fyri veðurlagnum.
Kykmyndirnar skulu snúgva seg um veðurlagsbroytingarnar og vekja áhuga fyri, hvat vit kunnu gera nú til tess at tryggja framtíðar veðurlagið.
Á norðurlendska veðurlagsdegnum 11. november verður vinnarin kosin á eini gallaframførslu.
Vinnarin við á veðurlagstoppfund hjá ST
Vinnarin fær umframt eina virðisløn á 2000 evrur (uml. 16.000 kr.) sína kykmynd sýnda á veðurlagstoppfundinum hjá ST í Keypmannahavn í desember.
Kykmyndirnar skulu ikki vara longri enn 7 minuttir, og øll tala skal vera á donskum. Verkætlanin kann vera partur av undirvísingini á framhaldsdeildunum í fólkaskúlanum, men tað er ikki eitt krav.
Frá 24. august til 23. oktober kunnu kykmyndirnar leggjast á heimasíðuna hjá REClimate.
Lesið meira um kappingina á www.reclimate.net.