Kykmynd: Vejle vann við Viljormi á vøllinum

(Kykmynd) Síggj málini frá dystinum HB Køge-Vejle her

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj málini í dystinum í næstbestu deildini millum HB Køge og Vejle, sum Vejle vann 2-1. Dysturin var spældur ígjár. 

 

Viljormur Davidsen var á fyrsta sinni við liðnum hjá Vejle í hesum árinum. Á upptøkunum sæst Viljormur við nummar 3 á troyggjuni.

 

Góður standur er hjá Vejle BK fyri tíðina. Vejle liggur triðovast í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 43 stigum. Trý tey ovastu liðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini flyta upp í superliguna komandi kappingarár.

 

Hóskvøldið spælir Vejle á heimavølli ímóti Helsingør. 

 

Tað er YouTube rásin hjá HB Køge, sum hevur lagt málini út á YouTube.