Kykmynd: Vardy skorar ársins mál

(Kykmynd) Síggj legendariska málið Jamie Vardy skoraði til 1-0 ímóti Liverpool

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj ótrúliga drønhøggið hjá Leicester City framherjanum Jamie Vardy, sum gav Leicester City eina 1-0 leiðslu á King Power leikvøllinum í Leicester í kvøld.

 

Leicester vann 2-0, og var Jamie Vardy aftur á blettinum seinni í dystinum. Jamie Vardy, sum hevur arbeitt seg upp úr ensku 8. deild og upp í Premier League hevur skotið 18 mál í Premier League higartil í ár.

 

Leygardagin klokkan 12.45 verður tann stóra uppgerðin millum miljarderarnir hjá Manchester City og "Working Class Hero" Jamie Vardy og hansara Leicester. 

 

Leicester hevur 50 stig, Manchester City 47 stig, Arsenal og Tottenham hava 45 stig hvør.