Kykmynd: Tvey mál í føroyingauppgerð

(Kykmynd) Síggj málini í dystinum Vejle-Fremad Amager 1-1 (0-0), har tríggir føroyingar vóru á vøllinum

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini, sum komu í dystinum millum Vejle og Fremad Amager í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Bæði málini komu í seinna hálvleiki. Patrick Rasmussen legði Vejle á odda, og Christian Groth Møller javnaði fyri Fremad Amager.

 

 

Talan gjørdist um fulla spælitíð til Viljorm Davidsen hjá Vejle, og eisini gjørdist talan um fulla spælitíð til Heina Vatnsdal hjá Fremad Amager. Bárður Hansen byrjaði á beinkinum hjá Fremad Amager, men hann kom á vøllin, tá 42 minuttir vóru farnir, og fekk sostatt sína debut í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Hóskvøldið tekur Vejle ímóti Roskilde, og komandi sunnudag tekur Fremad Amager ímóti FC Fredericia.