Kykmynd: Til starvssamrøðu hjá Zlatan

(Kykmynd) Zlatan stóð fyri starvssamrøðuni, og tað gjørdi svenska Philip heilt munnlamnan

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr tá svenski Philip fór til starvssamrøðu hjá fyritøkuni Vitamin Well, sum hevur Zlatan Ibrahimovic, sum ein av høvuðsíleggjarunum. 

 

Tað, sum vónríki Philip úr Svøríki ikki visti var, at sjálvur Zlatan Ibrahimoviv stóð fyri starvssamrøðuni, og tað gjørdi starvsumsøkjaran púra munnlamnan.

 

Á kykmyndini vísir Zlatan, at hann er eins orðafimur, sum hann er bóltfimur, og tí er hendan kykmyndin stuttlig at síggja. 

 

Philip helt tað var løgið, at Zlatan stóð fyri starvsfólkasamrøðuni, men Zlatan sjálvur heldur, at tað er upplagt, tí Vitamin Well er Zlatan.