Í annaðkvøld klokkan 20 spælir Zlatan Ibrahimovic sín allarhelst seinasta landsdyst fyri Svøríki, um ikki svenska liðið megnar at vinna á sterka belgiska liðnum, og megnar at vinna seg víðari í EM-kappingini. Tapir Svøríki, ella spæla svenskarar javnt, so eru teir úti av EM-kappingini, og so hevur Zlatan Ibrahimovic spælt sín 116. og seinasta landsdyst fyri Svøríki.
Zlatan fer uttan iva í søguna, sum ein hin størsti einstaklingurin á svenska landsliðnum, men svenskarar hava havt síni bestu tíðarskeið áðrenn Zlatan gjørdist landsliðsspælari. Gyltu tíðarskeiðini hjá Svøríki eru 1948-1958 við OL-gulli, OL-silvuri, HM-silvuri og HM-bronsu, 1974 (Víðari til annað bólkaspælið í HM), og 1992-1994 við EM-hálvfinaluplássi á heimavølli, og HM-bronsu í HM-endaspælinum í USA.
Zlatan hevur higartil skotið 62 mál fyri Svøríki. Tvey av hesum málinum eru skotin ímóti Føroyum, sum hava sína serliga støðu í søguni um fótbóltsúrmælingin, Zlatan.
Zlatan fekk sína landsliðsdebut fyri Svøríki í innandura fótbóltshøllini í Växsjö, 31. januar í 2001. Eitt væl kempandi føroyskt lið megnaði at stríða seg til javnleik 0-0 í fyrsta landsdystinum hjá Zlatan.
12. oktober í 2012 skoraði Zlatan sigursmálið, tá Svøríki vann ein tepran 2-1 sigur á Svøríki á Tòrsvølli. 11. juni í 2013 skoraði Zlatan til 2-0, tá Svøríki vann 2-0 á einum væl kempandi føroyskum liði á Friends Arena leikvøllinum í Solna uttanfyri Stockholm. Í báðum dystunum hevði Zlatan ein minni góðan atburð, men tað skal ikki takast frá honum, at hann var størsti munurin millum Føroyar og Svøríki í báðum dystunum, og ivasamt er um Svøríki hevði vunnið á Tórsvølli uttan Zlatan.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr samrøðuna svenska ríkissjónvarpið hevði við Zlatan, tá hann hevði spælt sín fyrsta landsdyst fyri Svøríki ímóti Føroyum í innandura fótbóltshøllini í Växsjö, 31. januar í 2001. Á kykmyndini síggjast eisini nakrar støður frá dystinum, og m.a. sæst støðan, tá Jákup Mikkelsen í stórum stíli bjargar einum brotssparki.
Soleiðis gjørdust Føroyar partur av landsliðssøguni hjá Zlatan, sum er stolt í sær sjálvum, men sum er langt frá stoltasta landliðssøguskeiðið hjá Svøríki. Tey eru øll at finna í farnu øld.