(Tíverri er einki ljóð á kykmyndini, men málini síggjast væl og virðiliga - Vidar spælir í reyðum)
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini í dystinum í triðja umfarinum í norsku steypakappingini millum Vidar úr triðbestu norsku fótbóltsdeildini og Viking Stavanger úr bestu norsku fótbóltsdeildini, sum var leiktur ígjár. Ein dystur, sum Vidar sensajónelt vann 2-1, hóast Viking kom á odda 1-0.
Steypakappingin hevur stóra prestisju í Noregi. Steypavinnarin verður nevndur: "Norgesmester", meðan liðið, sum vinnur bestu fótbóltsdeildina verður nevndur "Seriemester". Steypið eitur "Kongepokalen", og er tað sjálvur kongur, ið handar steypið á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. At vinna kongasteypið er so prestisjufult, at útselt er til hvørja steypafinalu.
Dystarfakta :
Norska steypakappingin, 3. umfar, 04.05.2016, 18:00
Vidar - Viking 2-1 (0-1)
Mål: 0-1 Abdullahi (35.min), 1-1 Westlye (54.min), 2-1 Halgunset (64.min)
Áskoðaratal: 500
Vidar: Bjarte Christian Egeland - Daniel Berntsen, Alexander Corey Ranck (út 90.min), Sondre Flem Bjorshol, Rógvi Ásmundur Baldvinsson, Andreas Haukland Westly, Ingvald Sandvik Halgunset (út 88.min), Sander Flåte (út 55.min), Carl Henrik Sirevaag Refvik, Vegard Aasen, Eirik Jakobsen
Eyka: Eivind Meling, Sigve Kleppa Christensen (inn 55.min), Emil Randulff (inn 90.min), Eden Zormah (inn 88.min), Martin Håland, Kristian Tande Klepaker, Per Henrik Nag
Viking (4-4-2): Pål Vestly Heigre, Julian Ryerson, Anthony J. Soares, Karol Mets, Kristoffer Haugen - Zymer Bytyqi, Michael Haukås, Abdisalam Ibrahim (út 46.min), Samuel Adegbenro - Suleiman Abdullahi, Patrick Pedersen (út 70.min).
Eyka: Iven Austbø, André Danielsen (inn 46.min), Aniekpeno Udo (inn 70.min), Tor Andre Skimmeland Aasheim, Claes Phillip Kronberg, Usman Sani Sale Hassan, Mathias Bringaker