TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr eina YouTube samrøðu við liðskiparan hjá Manchester United, Wayne Rooney, sum Avtex Sports hevur lagt út jólaaftan.
Í samrøðuni staðfestir Wayne Rooney, at hetta eru tungir dagar hjá honum og hinir spælararunum í Manchester United, har tað gongur illa í hond. Men Wayne Rooney slær fast, at spælararnir hjá Manchester United stuðla høvuðsvenjaranum Louis van Gaal, og teir ætla at stríðast hart fyri at koma á slóðina aftur við sigrum í Premier League.
Í morgin klokkan 12.45 spælir Manchester United útidyst ímóti Stoke City. Verður talan um enn eitt tap í Premier League brennur sessurin veruliga undir Louis van Gaal.










