Kykmynd: Messi eigur vakrasta málið

(Kykmynd) 39 prosent av lesarunum hjá uefa.com valdu minniliga málið ímóti Bayern München

Ikki so óvæntað gjørdist ógloymandi og legendariska málið Lionel Messi skeyt fyri FC Barcelona í tí fyrru hálvfinaluni ímóti FC Barcelona í Champions League, ársins vakrasta mál í Evropa, kappingarárið 2014-2015.

 

Evropeiska fótbóltssamgongan UEFA hevur biðið lesararnar atkvøða fyri ársins máli í Evropa á uefa.com, har veljast kundi millum 10 vøkur mál, og har vann minniliga málið, har Lionel Messi fintar Jerome Boateng, og lobbar bóltin uppum Manuel Neuer í Bayern málinum ein greiðan sigur. 

 

39 prosent atkvøddu fyri málinum hjá Messi. Nummar tvey gjørdist málið Cristiano Ronaldo skeyt fyri Real Madrid ímóti Liverpool.

 

Listin, og atkvøðuprosentini hjá teimum 10 málunum fólk kundu atkvøða fyri á uefa.com sær soleiðis út :

 

1. Lionel Messi – Barcelona – Bayern München – 39 prosent
2. Cristiano Ronaldo – Real Madrid – Liverpool – 24 prosent
3. Aaron Ramsey – Arsenal – Galatasaray – 9 prosent
4. Neymar – Barcelona – Paris Saint-Germain – 7 prosent
5. Erik Lamela – Tottenham – Asteras Tripoli – 5 prosent
6. Vasyl Kobin – Legia Warszawa – Metalist Kharkiv – 4 prosent
7. Kevin De Bruyne – Wolfsburg – Lille – 4 prosent
8. Vitorino Antunes – Dynamo Kiev – Everton – 3 prosent
9. Robbie Muirhead – Skotland U19 -Noreg U19 – 3 prosent
10. Aremu Toloba – Wales U17 kvinnur – Belgia U17 kvinnur – 2 prosent

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og enduruppliv fantastiska málið hjá Lionel Messi frá ymiskum vinklum.