Kykmynd: Hamrén staðfestir torført lutakast

(Kykmynd) Hoyr Erik Hamrén umrøða lutakastið, har Italia, Belgia og Írland eru mótstøðuliðini

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og hoyr tað, sum svenski landsliðsvenjarin, Erik Hamrén hevði at siga við svenskar miðlar um EM-lutakastið, har Svøríki í EM-endaspælinum í fótbólti endaði í bólki við Írlandi, Belgia og Italia. Ein torførur bólkur, har serfrøðingarnar meta, at svenskarar fáa tað torført.

 

Erik Hamrén staðfestir, at talan er um eitt torført, men samstundis eitt spennandi lutakast, men hann metir Italia og Belgia verða favorittar at vinna bólkin. Fyrsti dysturin hjá Svøríki verður ímóti Ìrlandi, sum svenskarar verða mettir at hava best møguleikar ímóti. 

 

Upptøkan er frá YouTube rásini hjá svensku rásini TV4.