Kykmynd: Hallur brendi góðar málmøguleikar

(Kykmynd) Síggj hæddarpunktini Randers FC (við Brandi H. Olsen) ímóti AC Horsens (við Halli Hanssyni), sum Randers vann 1-0

TRÝST á PÍLIN á myndini, og síggj hæddarpunktini av superligadystinum millum Randers FC og AC Horsens, sum Randers FC vann 1-0.

 

Brandur H. Olsen fekk debut fyri Randers FC, tá hann kom á vøllin í 67. minutti. Hallur Hansson spældi allan dystin á tamb fyri AC Horsens.

 

Sum upptøkurnar vísa, so kann Hallur Hansson veruliga iðra seg um, at Brandur H. Olsen og Randers FC fóru við sigrinum, tí Hallur Hansson hevði veruliga málmøguleikar til at skora fyri AC Horsens.