TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr Gilla R. Sørensen signere ta originalu troyggjuna frá 2-0 sigrinum hjá AaB ímóti Brondby á útivølli seinast í november í ár. Gilli spældi ein rimmar dyst, var við til at leggja upp til eitt mál, og kom á vikuliðið.
Nógvir lurtarar tóku lut í kappingini at vinna troyggjuna. Ein heppin lurtari av Strondum, sum hevði svarað rætt til spurningin: "Hvat nummar hevur Gilli í AaB" vann signeraðu troyggjuna. Rætta svarið var nummar 15.
Gilli var gestur í fótbóltspanelinum á Rás2 í dag.