Kykmynd: FC Fredericia-Helsingør 2-2 (1-0)

(Kykmynd) Liðið hjá Rógva Baldvinsson hevði leiðsluna tvær ferðir ímóti Helsingør

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum millum FC Fredericia, sum hevði føroyska landsliðsspælaran, Rógva Baldvinsson á vøllinum seinasta hálva tíman, og Helsingør, sum var spældur ígjár. Dysturin endaði við javnleiki 2-2. 

 

Heimaliðið hevði leiðsluna tvær ferðir, og serliga við støðuna 1-0, sum upptøkurnar eisini vísa, hevði heimaliðið møguleika at økja um leiðsluna, men eitt kloddamál til 1-1 loyvdi Helsingør inn aftur í dystin. Rógvi kom á vøllin, tá støðan var 1-1.

 

FC Fredericia liggur á fimta plássi í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við 24 stigum. Seks stig eru upp til triðja plássið, sum gevur uppflyting til superliguna komandi kappingarár. Á triðja plássinum liggur liðið hjá Jóan Símuni Edmundssyni og Viljormi Davidsen, Vejle. 

 

Upptøkan er frá YouTube rásini hjá FC Fredericia.