TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hvussu FC Valetta skoraði einsamalla sigursmálið í 69. minutti ímóti B36.
"69.min: 1-0 til Valletta! Federico Falcone. So kom málið til Valletta. B36 missur bóltin og er ikki upp á pláss. Trygvi Askham bjargar í fyrstu atløgu, men retururin verður sparkaður í málið." , skrivaði live-frásøgnin hjá in.fo um málið.
Seinni hevði B36 møguleikar at javna til 1-1. Ergiligt, at B36 ikki fekk ein javnleik, tí so hevði føroyskur fótbóltur fingið eitt kærkomið stig til evropeiska roknskapin. Returdysturin verður á ovara vølli í Gundadali, týskvøldið 5. juli klokkan 18. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.