TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj fyrsta málið Marcus Rashford skorar fyri besta liðið hjá Manchester United í dystinum ímóti FC Midtjylland. Ein dystur, sum United vann 5-1 og samanlagt 6-3.
Marcus Rashford skoraði til 2-1 og til 3-1. Áðrenn dystin vóru tað mong, sum spurdi hvør hann var, og hví hann skuldi verða við í dystinum í dag, men sigast má, at 18 ára gamli Marcus Rashford gjørdi øllum til skammar, og nógv meiri verður uttan iva at frætta frá honum framyvir.
Marcus Rashford hevur verið partur av ungdómsliðunum hjá Manchester United síðani 2014. Hann hevur leikt tveir U18 landsdystir fyri Ongland.











