Kykmynd: Danmark-Svøríki 2-2 (0-1)

(Kykmynd) Síggj Zlatan Ibrahimovic skjóta Svøríki til EM-endaspælið í Fraklandi

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj tey fýra málini í seinna EM Play Off dystinum millum Danmark og Svøríki, sum endaði við javnleiki 2-2, og samanlagt við einum 4-3 sigri til Svøríki. Talan var um 105. landsdystin millum Danmark og Svøríki síðani 1913.

 

Stóri munurin millum liðini var Zlatan Ibrahimovic, sum skeyt Svøríki víðari til EM-endaspælið í Fraklandi komandi summar við tveimum málum. Serliga frísparksmálið til 2-0 var fyrsta floks. Zlatan vísti ikki góðan atburð ímóti føroyingum í seinastu undankapping, men ein má viðurkenna, at hann helst er besti norðurlendski fótbóltsspælarin nakrantíð, ið hvussu er í hesari øldini. 

 

Hetta er sætta ferðin Svøríki vinnur seg til eitt EM-endaspæl. Fyrstu ferð varð tá teir vóru vertstjóð í 1992, tá Danmark við Lars Olsen, sum liðskipara vann EM-gull. Svøríki vann seg eisini í EM-endaspølini í 2000, 2004, 2008, og í 2012. Hetta er sostatt fimtu ferð á rað, at Svøríki vinnur seg í eitt EM-endaspæl.

 

Svenska landsliðið hevur eina stolta søgu. Teir hava í søguni spælt seg til 11 HM-endaspøl. Teirra bestu úrslit eru HM-silvur í 1958, HM-bronsa í 1994, HM-bronsa í 1950, og OL-gull í 1948. Í summar vann Svøríki EM-gull í endaspælinum fyri U21 landslið, sum varð í Kekkia. 

 

Tað er aftur rásin "Goal Plus", sum hava verið skjótir at leggja hæddarpunkt út á YouTube.