Sum kykmyndirnar her vísa, so hevur Ågot fingið sera stóran skaða av hendingini, tá uppsjóvarskipið Slættaberg um fýratíðina seinnapartin rendi inn í síðuna á Ågot.
Fyrireikingar verða í løtuni gjørdir at fáa skipið á beding, men fyrst má lastin tømast. Brimil er komin til Klaksvíkar at hjálpa til.
Enn liggja skipini við sama lag. Slættaberg liggur svínabundin við stevninum inni í síðuni á Ågot. Kúlan hevur gjørt hol inn í lastina undir vatnganginum.
Sum kykmyndirnar, sum Jóhan Thomsen hevur tikið í kvøld vísa, so hevur skipið fingið stóran skaða.