Kykmynd: 30 ár síðani Maradona og "Hond Guds"

Kykmynd: Í dag eru liðin júst 30 ár síðani Diego Maradona skoraði við hondini fyri Argentina ímóti Peter Shilton og Onglandi í HM-fjórðingsfinalu í Meksiko í 1986

HM-endaspælið í 1986 var fyrsta endaspælið í fótbólti føroyingar sóu beinleiðis í sjónvarpinum, og serliga spent vóru vit, sum tá vóru á døgum uppá dystirnar hjá Danmark, sum kappaðist í sínum fyrsta HM-endaspæli. Danmark vann 1-0 á Skotlandi, 6-1 á Uruguay og 2-0 á Týsklandi í bólkaspælinum, men danska HM-vónin brast við einum lemjandi 1-5 ósigri ímóti Spania í áttandapartsfinaluni.

 

Tað er tó ein hending, sum fótbóltsheimurin minnist best frá HM-endaspælinum í 1986, og tað er løtan í fjórðingsfinaluni, tá Diego Maradona skoraði til 1-0 fyri Argentina ímóti Onglandi. Enski málmaðurin, Peter Shilton, sum var millum heimsins bestu málverjar tá, og Diego Maradona lupu báðir upp eftir bóltinum. Diego Maradona gjørdi ikki mætari enn at boksa bóltin í málið hjá Onglandi. Onglendingarnir mótmæltu harðliga, men dómararin og linjuverjarnir, sum hjálpardómarar itu tá á døgum sóu ikki tilburðin, og Diego Maradona slapp við snýtinum. 

 

Seinni í dystinum skoraði Diego Maradona eitt hitt vakrasta málið í HM-søguni, tá hann fintaði alla ta ensku verjuna á dyntilin og skoraði til 2-0, men tað rættvísger ikki snýtið hann framdi við tað fyrra málið. Argentina vann 2-1. Í hálvfinaluni vann Argentina 2-0 á Belgia, og í finaluni vunnu teir 3-2 á Vesturtýsklandi.

 

Diego Maradona pástóð á tíðindafundi aftaná dystin, sum var 22. juni í 1986, at tað var "Guðs hond", sum skoraði málið, men tað er so ikki ein forkláring, sum fær onglendingar at verða minni óðar um tilburðin. Fýra ár áðrenn hendan dystin hevði Bretland vunnið falklandskríggið ímóti Argentina, og sigurin bleiv eisini (mis)brúktur av argentinum, sum ein "hevnd" fyri tapið í krígnum um Malvinurnar, sum argentinar nevna Falklandsoyggjarnar.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj Diego Maradona skora óregluliga ímóti Peter Shilton, og sleppa avstað við tí.