Kykliky og kyllingar

Eyðun á Borg
Á Borg á Argjum 1. várdag 2006
Við málkvøðu


Úttala:tjiklitji og tjidlingar!?
Høsna-/hoymálrøkt

Kokkulárakó: Másin sigur pli, ternan sigur kri, lambið sigur mæ (føroyskt æ, ikki danskt æ!), og hanin á køstagarði, ella hvar hann nú er staddur, sigur kokkulárakó!
So, Hanus Ottar, góði, far bara inn í tey føroysku høsna(r)húsini og vita, um tínir líkar ikki siga kokkulárakó! Tú ert kanska ein hani, sum er hálvur dani, men so kanst tú jú læra at gala á føroyskum!?
Kyllingur: Ein kyllingur (tjidlingur) er ein hoyrúgva ella sátubarn! Fólk eta ikki kylling! Seyður, neyt og ross eta kylling!
Høsnarungi, kjúlingur/kjúklingur: Úti á bygd, tó ikki á Argjum, havi eg sæð orðið, kyllingur, á matstovum, í pylsuvognum og onkrum handli!
Vit, sum í barnaárum høvdu hønur (og hana) í kjallaranum, eru von við at kalla hesar smáu, fittu, gulu ungarnar høsnarungar og ikki kyllingar! Løgið, at so nógv nú eru farin at siga og sanniliga eisini skriva kyllingar (donsk úttala). Hugsa eisini um, hvussu stórur munur er á úttaluni á tí danska og føroyska orðinum (ky sigur tji, ll úttalast dl)!
Eisini ber til at siga/skriva kjúlingur, um tað er so torført at siga/skriva høsnarungi!