Kvoturnar í Barentshavinum ikki bara ein forering

Jústinus Leivsson Eidesgaard
rithøvundur
Hellurnar tann 14. september

Nú frammi hevur verið í fjølmiðlunum, at kvotur eystanfyri verða handlaðar fyri 40 milliónir krónur hvør, kvotur sum landsstýrið hevur samrátt seg til, og sum nú privatir skúma róman av, so er hetta ikki heilt rætt.
Her rýkur rættuliga nógv av øvund og henda stavar frá óvitinheit. Næsta bindið í bókarøð míni um Kaj snýr seg fyri ein stóran part um fiskiskap eystanfyri.
Føroyingar byrjaðu í tríatiárunum at royna við trolara eystanfyri. Fyrst byrjaðu teir við Bjarnoynna og síðan var farið longur eystur og við Norrakystina, sum norska strondin tá varð kallað. Teir royndu eisini við Svalbard. Sluppir hava av og á fiskað við Bjarnoynna og við Svalbard langt áðrenn hetta.
Tá várfiskurin á Suður-landinum var av, fóru trolararnir eystureftir og royndu til seint á heysti. Hetta var høvuðsleiðin hjá teimum seinast í tríatiárunum, so kom kríggið og steðgur kom í til stríðslok
Í hvussu er fyri kvoturnar hjá Kjølbro og kvotan frá Enniberg, sum stavar frá Kjølbro, og fyri tað hjá "Vesturvón" er tað ikki galdandi, at landsstýrið einsamalt hevur tryggjað hesum feløgum kvotur.
Við undantakið av árum við fiskaloysi í Barentshavinum hava trolarar hjá Kjølbro javnan verið sjónligir eystanfyri í eitt 70 ára skeið og næstan uttan slit. Og "Vesturvón" hevur eisini verið sjónlig langt áðrenn kvotur komu eystanfyri, also ein eldri "Vesturvón" hjá sama felag.
Uttan søguligu rættindini var ongin kvøta eystanfyri í dag, tað vita øll, sum hava eitt sindur av innliti í hvussu kvotur vera til.
Hesir trolararnir hava skapað søguligu rættindini, at so landsstýrið hevur bøtt um hesi rættindi við at lata russum svartkjaft, sum ongin her heima brúkti allíkavæl, er ein onnur søga. At svartkjafturin í dag hevur fingið størri virði enn í sjeyti, áttati og fyrst í nítiárunum er eisini ein onnur søga. Tað vikar einki við tey søguligu rættindi, sum privatmenn hava skapað.
Gamla felagið hjá Kjølbro hevur sanniliga strítt seg fram til tær tríggjar kvoturnar sum stava frá hesum felag, og sum enn verða troyttar.
Fleiri fólk í Havn eru í dag millióningar, tí onkur fæloysingur av teirra forfedrum fekk ein trøð fyri ein slikk frá tí almenna, velti hesa trøðna og fekk harvið mjólk, kjøt, eplir, røtur og søgulig rættindi til hana, og hesi kunnu nú verða umsett í tíggjutals milliónum og ongin sigur nakað um tað?
Nú ljóðar hetta kanska sum reinur fólkaflokksboðskapur. Tað er so ikki mín uppgáva at tæna nakrari ávísari politiskari sak, eg vísi bert á nøkur søgulig fakta.