Málið snýr seg um sonevnda 3L-økinum, har føroyingar fiska rækjur.
- Tað er Grand Bank økið í altjóða sjógvi uttan fyri kanadisku strondina, har vit ongantíð hava góðtikið tað býtið, sum NAFO-londini hava gjørt, og tí hava áset okkum eina kvotu á 3.000 tons, sigur Jørgen Niclasen.
Hetta verður bygt á søguligan fiskiskap, men Kanada hevur ta fatan, at teir eiga alla veiði, bæði innanfyri og uttanfyri 200 fjórðingar.
- Men hetta er jú ikki rætt. Og tað sum hendi fyrradagin heldur óvæntað var, at Kanada sendi okkum eitt skriv, har teir boðaðu frá, at um vit ikki góðtóku at fiska 300 tons í staðin fyri 3.000, stongdu teir allar kanadiskar havnir fyri føroyskum fiskiskipum, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at hetta er bæði óskiljandi og óvanligt, at arbeitt verður á henda hátt, tí talan er um ein spurning fyri NAFO og ikki fyri Kanada.
- Spurningurin er tí, at vit skulu góðtaka, at kvotan verður sett niður í 300 tons og so er alt gott, ella skulu vit halda fast. Og fyri okkum at síggja, skulu vit velja millum kvotur ella havnir, og har velja vit heilt klárt kvotur, sigur Jørgen Niclasen.
Ikki í neyðstøðu
Hann heldur tað nytta lítið at sleppa inn í kanadiskar havnir, um skipini sigla tóm.
- Hinvegin merkir tað so, at rækjuskipini mugu sigla til Íslands ella Føroya at leggja veiðina upp, og tað er nógv mist fiskitíð g nógv sigling í tí. Men hartil er tó at siga, at tað er rættiliga dýrt at frakta veiðina heim úr Kanada, og oljan er eisini rættiliga dýr har yviri, sigur Jørgen Niclasen.
Eisini er stórur kostnaður tengdur at at flúgva manningarnar millum Føroyar og Kanada, so tá roknað verður saman heldur hann ikki, at kostnaðurin fyri føroyingar er so stórur.
- Hetta er ein støða, sum vit hava roynt áður, og vit vita, at koma føroysk skip í neyð, sleppa tey inn í kanadiska havn, so bannið er bert galdandi fyri vanligu avgreiðsluna, so sum at taka olju, vatn og proviant, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at føroyingar sjálvandi fara at royna at fáa semju í lag, men at teir altso ikki ætla at boyggja seg, serliga tí tað eru ikki kanadiumenn, sum eiga rættindini, men NAFO.
- Og eg rokni við, at føroysku reiðaríini halda tað sama sum vit, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.