Føroyska kvotan á Flemish Kap í ár er stívliga 3.000 tons. Undanfarin ár hevur hetta verið ein felagskvota, har trolarar og línuskip - bólkur 2 og 3 - hava verið felags um alla kvotuna.
Í ár verður tað ikki soleiðis, tí nú hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sett eitt skott í, soleiðis at 2/3 av kvotuni - ella stívliga 2.000 tons - verða til línubátar at fiska og stívliga 1.000 tons til partrolararnar.
Línuskipini, sum nú hava sett kós móti Flemish Kap, eru soleiðis farin at fiska av felagskvotuni hjá línuskipum. Klakkur, Eivind og Kambur eru millum skipini, sum hava sett kós vestur um hav.
Jacob Vestergaard vísir á, at í ár verður tað ikki soleiðis, at føroysku línuskipini á Flemish Kap fara at fáa kapping frá trolarunum og heldur ikki øvut.
- Í byrjanini vistu vit ikki ordililiga, hvussu tað fór at vera millum línu og trol. Tað fyrsta árið, tá skipini fóru yvir, vísti tað seg, at trolararnir fingu einki, meðan línuskipini fingu nógvan fisk. Í fjør var so aftur yvirváð til trolararnar, sum fingu meira enn línubátarnir.
Landsstýrismaðurin sigur, at nú er so skottið sett í, sum umhugsað hevur verið fleiri ferðir. Tað merkir, sigur Jacob Vestergaard, at línuskipini fara at fáa frið at fiska innan fyri ta heildarkvotu, sum teimum verður tillutað.
- Tá so trolararnir fara yvir, hava teir sín part - ella stívliga 1.000 tons - at fiska á Flemish Kap, leggur hann aftrat.
Jacob Vestergaard sigur, at nú klárt er hjá línubátunum at fara á Flemish Kap, og nøkur skip longu eru ávegis hagar, merkir tað, at skipini longu nú kunnu leggja sær árið betri til rættis.
- Sagt plagar at vera um veðurlíkindini á Flemish Kap, sum tey ofta eru vánalig í januar og februar. Men, skipini vildu helst sleppa avstað beinanvegin, tí gjarna er fiskiskapurin góður, eins og fiskurin eisini er góður hesa ársins tíð, sigur landsstýrismaðurin.