Kvotan á Flemish Cap liðug

Føroysku skipini á Flemish Cap hava fingið boð um at gevast.

Tey føroysku skipini, sum royna á Flemish Cap, fingu í morgun boð um, at toskakvotan har er uppfiskað. Skipini eru tí biðin um at gevast við fiskiskapinum á midnátt í kvøld, sigur Fiskiveiðieftirlitið. 

 

Skipini, sum eru har vesturi nú, eru Brestir, Phoenix, Sjagaklettur og Klakkur. Ran tekur ímóti frá Phoenix.

 

Kambur, sum eisini hevur verið á Flemish Cap, kom í morgun á Fuglafjørð.