Ístaðin fyri at friða lunda, er tað betri at áseta eina kvotu fyri, hvussu nógv kann fleygast. Og landparturin, sum í veruleikanum er eitt tilfeingisgjald, skal avtakast, heldur ein av okkara royndastu fuglaveiðimonnum. - Tað er skeivt, at tann, sum hevur hug at fáa sær eitt kók av lunda, ikki skal sleppa at fleyga.
Tað heldur Tummas Frank Joensen úr Skúvoy, sum hevur fingist meiri við fuglaveiði enn tey flestu.
Hann tekur treyðugt undir við uppskotinum hjá fuglafrøðingum um at friða lundan fullkomiliga í nøkur ár.
Hann vísir á, at veiðan eftir lomviga er nógv avmarkað, men tað hevur ikki hjálpt nakað serligt upp á stovnin.
- Vit kunnu ikki eta grind longur og fuglurin verður friðaður í størri og størri mun. Kunnu vit nú heldur ikki veiða fugl á útoyggj, er lítið at vera her eftir til, heldur hann turrisliga fyri.
Hinvegin tekur hann undir við, at tiltøk verða sett í verk fyri at friða lundan.
- Ein máti er at áseta eina kvotu fyri, hvussu nógvan lunda, tað er loyvt at fleyga.
Í hesum sambandi heldur hann eisini, at landparturin eigur at verða avtikin, tí hann er órættvísur.
- Ein triðingur av lundanum, sum verður fleygaður, skal latast í landparti til jørðina.
Landparturin verður so býttur í millum jarðareigararnar, alt eftir, hvussu nógv, hvør eigur.
Tummas Frank Joensen sigur, at hetta er ikki annað enn eitt tilfeingisgjald, sum átti at verið avtikið.
Sjálvur eigur hann nógva jørð og fær tí stóran landpart uttan at rætta hond frá síðu og hann dugir ikki at síggja rættvísi í hesum.
Upp aftur meiri órættvíst er tað, tá ið hugsað verður um, at flestu jarðareigarunum eru ikki á staðnum, men búgva í Havn og aðrastaðni, men teir fáa eisini sín landpart.
- Hevði tann, sum fleygar, átt tann fuglin hann fekk sjálvur, ístaðin fyri at lata ein triðing í landparti, hevði tað bøtt um støðuna, heldur Tummas Frank Joensen.