Tveir av bestu spælimansbólkunum í Føroyum, Spælimenninir í Nólsoy og Kvonn, fara á pall í Reinsarínum í Havn leygarkvøldið,
Kvonn eru júst komin úr upptøkuhølunum, har tey hava spælt inn nýggju útgávuna “Einglarót”, ið kemur út í næstum. Seinni stendur ein konsertferð til Avstralia á skránni, men leygarkvøldið 21. februar kl. 21, fara tey á pall á Reinsarínum.
Angelika Nielsen og Kristian Blak mynda bólkin Kvonn, her er tónleikurin spælimanskendur. Umframt tey manna Mikael Blak á bassi, Ívar Bærentsen á mandolin og gittar og Sharon Weiss á blokkfloytu Kvonn.
Kvonn hevur sum sagt spælt nógv uttanlands og og er altíð ein stór uppliving at hoyra.
Spælimenninir í Nólsoy eru aftur virknir, Nakrar útskiftingar hava verið í manningini, men eingin ivi er um, at nýggja manningin er framúrskarandi. Kim Hansen spælir klaver, Angelika Nielsen, violin, Michael Thomsen, bass og á harmoniku Finn Hansen og Hilmar Joensen.
Tað er felagið Føroysk Tónaskøld, ið skipar fyri ókeypis konsertini.









