Tórshavnar Jazzfestival bjóðar KVONN - Føroyskur fólkatónleikur í Hvonn 14. oktober kl 22:20
Kvonn er ein lívligur tónleikabólkur úr Føroyum, ið spælir bæði nútíðar og siðbundnan fólkatónleik úr Skandinavia.
Skráin hjá bólkinum inniheldur bæði egnar kompositiónir, traditionell løg og tónleik úr átjandu øld eftir føroyska tónaskaldið Jens Chr. Svabo.
Trí¬ggir av tónleikarunum, Sharon Weiss, Ívar Bærentsen og Kristian Blak, eru fastir limir í bólkinum, - Spælimennirnir, sum síðani 1977 hevur verið á konsertferðum í¬ Europa, USA, Japan og Australia, og hava luttikið á fólkatónleika festivalum, dansistevnum, spælt ᬠsmáum spælistøðum, til størri konsertir, og hava eisini gjørt undirví¬singartilfar til skúlar og universitet.
Angelika Nielsen og Mikal Blak hava eisini ofta spælt við Spælimonnunum, men seinnu árini hevur Kvonn verið til sum ein sjálvstøðugur bólkur. Kvonn gav fløgu út í 2007.
Kvonn er til í¬ tveimum útgávum. Antin sum fullmannaður bólkur við 5 tónleikarum, ella minna útgávan, ið telir 4 fólk, har ì bass spælarin Mikal Blak ikki er við. Annars eru tónleikararnir hesir: Angelika Nielsen, Sharon Weiss, Ívar Bærentsen, Kristian Blak, Mikael Blak.