Í dag frá klokkan 16 verður kvøldseta í Skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík. Hetta verður samstundis endin á virknari og øðrvísi skúlaviku, har allur skúlin hevur verið partur av verkætlan at savna pening inn til børn í Ukraina.
– Høvuðsboðskapurin í allari verkætlanini er, at vit øll kunnu gera mun, og at saman røkka vit langt, sigur skúlin um verkætlanina.
Nakrir næmingar fóru týsdagin til arbeiðis hjá fyritøkum í býnum, sum afturfyri lótu eina peningaupphædd, og í skúlanum hava aðrir næmingar evnað lutir til, sum vitjandi á kvøldsetuni kunnu ogna sær. Allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til børn í Ukraina.
– Ein stórur partur av allari verkætlanin er at geva næmingunum fatan av, at tey kunnu gera mun. Tí kendist tað serstakliga væl at gera klárt í dag, tí so mong hava staðið saman um verkætlanina, og nógv eru komið burturúr, siga tey av Skúlatrøð.
Á kvøldsetuni á Skúlatrøð verða fleiri framførslur. Eitt nú fara Anna Lovisa Mýri, Steintór Rasmussen, Victoria & Paula á Lakjuni, Karl Martin Samuelsen, Skúlakórið og onnur at framføra. Eisini verður søla av ymiskum lutum, kaffi og onkrum afturvið.
Klokkan 20 handa næmingar Reeyða Krossi Føroya innkomnu pengarnar. Jóannes Eidesgaard, formaður, fer at taka ímóti.
Kvøldsetan er almenn.










