Hóskvøldið 14. november verður kvøldseta í Studentaskúlanum á Kambsdali. Talan er um hugnaligt alment tiltak, sum er á skránni hvørt ár um hesa tíðina.
Á skránni hesa ferð er sangur og tónleikur, og frágreiðing frá námsferð fyrr í heyst. Haraftrat verður hesa ferð framløgur og framførslur hjá næmingum, sum hava føroyskt, alisfrøði, evnafrøði og leiklist.
Høvi verður í steðginum at keypa kaffi og køku frá næmingum, sum savna pengar til námsferðina, ið er á skránni næsta heyst.
Kvøldsetan verður í høllini í Studentaskúlanum á Kambsdali hóskvøldið klokkan 19.