Mikudagin 16. oktober kl. 19.30 verður ein serstøk guðstænasta í Havnar kirkju. Menninir, sum syngja í Dreingja- og manskórinum við dómkirkjuna í Roskilde, koma til Føroyar við urguleikaranum og kórleiðaranum Finn Evald. Hann fer saman við sangarunum og presti Sonju Klein at standa fyri tí, sum vanliga verður kallað “Vesper” ella “Kvøldsangur” í Havnar kirkju.
Vesper stavar frá tí tíðini har tíðarbønir vóru vanligar í kirkjuni og sum nú á døgum enn verða hildnar í kleystrum og í einstøkum kirkjum. Hugtakið fevnir um, at fastar guðstænastur vóru hildnar gjøgnum dagin við lestrum, bønum og sangi. Ein av teim átta tíðarbønunum var kvøldsangurin – Vesper, sum er tann av tíðarbønunum, sum oftast verður hildin í dag, eisini í til dømis í Onglandi undir navninum Evensong.
Í hesi liturgisku guðstænastuni er eingin prædika, men bíbliulestrar, bønir, trúarjáttan, sálmasangur og kórsangur, sum eisini fevnir um sokallað responsoriir (aftursvar) har liturgurin og kórið skiftast at syngja – ella svara hvørjum øðrum. Nágreinilig skrá verður prentað til høvi, so lætt verður hjá kirkjuliðinum at fylgja við í gongdini.










