Kvívíkingar takkaðu fyri seinast

Sigurin á Fjarðastevnu varð vunnin við bestu tíðini í hesi kappingini í ár

Á jóansøku gekk tað ikki soleiðis í kappingini millum 8-mannaførini, sum úrslitini undanfarnu ferðirnar høvdu lagt upp til. Tá vann Knørrur á Kvívíkingi, sum hevði vunnið tríggjar teir fyrstu róðrarnar.

Í dag settu kvívíkingar, sum vóru í heimasjógvi í Vestmanna, har teir venja, tingini upp á pláss.

Kvívíkingur leyp avstað, og tá ið tvey hundrað metrar vóru lagdir afturum, var Kvívíkingur meiri enn eina hálva bátslongd undan næstu bátunum. Kvívíkingur helt tørn um leiðsluna. Viðhvørt var hon tað meiri enn ein bátslongd, og tá ið bátarnir fóru um málið var leyst aftur til tann næsta.

Argjabáturin endaði á fjórða og aftasta plássinum, meðan tað støðugt var stór kapping um silvurplássið. Knørrur og Miðvingur skiftust um at vera fremri, og onkra løtuna drógu teir hvønn annan fram á Kvívíking. Á málinum var Knørrur skutin undan miðvingum.

Vinnaratíðin hjá Kvívíkingi í góðveðrinum á Fjarðastevnu í Vestmanna í dag var tann besta í hesi kappingini higartil í ár. Á jóansøku var vinnaratíðin hjá Knørr 4.36.07, og tá var hetta besta vinnaratíðin. Í dag var vinnaratíðin hjá Kvívíkingi 4.35.11.

 

1Kvívíkingur04:35.11  
2Knørrur04:37.06  
3Miðvingur04:38.00  
4Argjabáturin04:42.09

 

1Kvívíkingur34  
2Knørrur30  
3Miðvingur23  
4Argjabáturin23  
5Gullbrandur3