Seint fyrrapartin í dag var nýggja og stásiliga fiskifarið Ruth hjá kvívíkinginum, Gullaki Madsen, at síggja í Hestfirði.
Her eydnaðist tað myndamanni okkara at taka hesa frálíku mynd av skipinum.
Ruth, sum verður mett at vera framkomnasta skip í danska fiskiskipaflotanum, skal landa sína fyrstu last í Føroyum.
Teir hava 1200 tons av makreli, sum uppsjóvarvirkið Pelagos í Fuglafirði keypir.
Túrurin í morgun var ein framsýningartúrur, har bygdafólkið hjá eigarunum hevði høvi at síggja skipið út fyri bygdini.
Nú korona herjar, ber ikki til at bjóða fólki umborð.
Ruth fer aftur til fiskiskap, tá lastin er løgd upp í Fuglafirði í kvøld.











