Kvívíkingar fara eftir gullinum

- Vit ætla at síggja medaljur um hálsin á øllum manningunum, og vónandi verða tær úr gulli, sigur nevndarlimur í KSR, Sigrun Helga Magnussen

Hóast lítla bygdin Kvívík bert hevur 366 íbúgvar, er eingin trupulleiki at manna kappróðrarbátarnar, sum bygdin hevur. Heili tríggjar manningar hjá Kvívíkar Sóknar Róðrarfelag verða at síggja í summar. Mest vinnandi bátur felagsins, Kvívíkingur er mannaður.

 

- Kvívíkingur er mannaður við royndum rógvarum, tó er onkur óroyndur eisini. Kvívíkingur hevur, eins og aðrir bátar, bert ein málsetning: Teir vilja vinna gull. Eg haldi sjálv, at útlitini eru heilt góð, sigur nevndarlimur Sigrun Helga Magnussen.

 

Ljósabláa áttamannafarið við myrkabláum stokkum og reyðari rond er greitt mest vinnandi báturin í Kvívík. Heili seks ferðir hevur Kvívíkingur staðið á ovastu rók við FM steypinum – seinast í 2002. Tó hevur báturin vunnið sigrar við jøvnum millumbili.

 

Umframt áttamannafarið Kvívíking telir flotin í Kvívík eisini fimmannafarið Junkaran. Eins og Kvívíking, er Junkarin eisini ein báturin við nógvum FM heitum á baki. Hann hevur vunnið FM fýra ferðir, seinast í 2011 við kvinnumanningini. Í ár verður báturin mannaður við smádreingjum og dreingjum. Serliga hevur Sigrun Helga góðar vónir til dreingjamanningina.

 

- Dreingjamanningin er ein roynd manning. Teir flestu hava róð í trý ár við smádreingjum, sigur Sigrun Helga. Hon vónar, at bæði smádreingja- og dreingjamanningin megna at rógva medaljur heim til Kvívíkar. Í Kvívík eru tey í øllum førum ótrúliga spent til kappróðrarárið.