Kvirra, samtala og forbøn í Dómkirkjuni

Møguleiki verður nú hjá fólki at koma inn í Dómkirkjuna at fáa samtalu við ein prest ella bert njóta eina løtu í frið og náðum. Fyrstu ferð verður komandi mikudag.

Prestarnir í økinum hava í eina tíð tosað um hetta, og nú er so komið hartil, at fyrsta tiltakið, sum verður nevnt ?Nánd? verður.

Her fer kirkjan at standa opin ein tíma henda dagin, har fólk kunnu sita í friði, tey kunnu samtala við ein prest, biðja framman fyri altarinum ella fáa forbøn fyri tí, sum liggur teimum á hjarta.

Í kirkjuni verður fullkomin friður, men ljósini á altarinum verða tendrað, eins og prestur situr við altarið, um brúk er fyri honum.

Fyrst Nánd-tiltakið verður mikudagin 23. februar frá klokkan 17 til 18. Ætlan er løgd um tríggjar aðrar mikudagar í vár - 23. mars, 27. apríl og aftur 25. mai.