Kvinnuyrki raðfestast hægri

? Í søguligum ljósi hava kvinnuyrki verið lægri raðfest, mett og vird, men við at fara inn og kanna, hvat arbeiði í grundini verður gjørt, ber til at fáa raðfest kvinnuyrki hægri ? og har eftir seta lønina, sigur Lise Bergh frá svenska javnstøðuráðnum.

Í Svøríki verður eitt stórt arbeiði gjørt við at kanna lønarskipanir og at broyta grundarlagið. Tí er orðið arbeiðsvurdering eitt lyklaorð ? tað merkir, at farið verður inn at kanna, hvat arbeiði í grundini verður gjørt út frá nøkrum serligum treytum.

Lise Bergh frá svenska javnstøðuráðnum tosaði á norðurlendska javnstøðufundinum seinasta vikuskiftið um, hvussu arbeiðsvurdering verður brúkt til at fáa kvinnuyrki hægri raðfest, til dømis sjúkrasystrar, røktarar, onnur størv í heilsuverkinum og annars størv, ið sum heild hava við røkt og ansan av fólki at gera.

Hví hesi størv eru lægri lønt enn onnur, hevur nakað at gera við, at upprunaliga vóru tey ikki lønt, men røkt í heiminum. Konufólk røktu hesi størv heima uttan at krevja løn fyri stríðið. Tað at fáast við fólk, serliga børn og eldri fólk, hevur ikki og verður ikki virt stórvegis og hevur ikki sett krøv til serligar kvalifikasjónir.

Á fundinum tók Lise Bergh eitt dømi, sum vísti, at konufólk og mannfólk fáa ikki somu løn fyri arbeiði av sama virði. Dømið var ein jarðarmóðir og ein medisinteknikari, sum arbeiða á sama sjúkrahúsi ? tað vil siga hava sama arbeiðsgevara. Hann fær 4.000 krónur meiri í løn um mánaðin enn hon. Hon klagar, tí hon heldur seg gera eitt líka so týdningarmikið arbeiði sum hann. Eitt modell til at kanna størv, uttan mun til hvør hevur tey, verður gjørt. Fýra viðurskifti verða kannað: kunnleiki, ábyrgd, arbeiðsbyrða og arbeiðsumhvørvi.

Viðvíkjandi kunnleika hevur jarðarmóðirin studentsskúlaprógv, sum tekur trý ár umframt trý ár á universiteti og tvey ár av arbeiðsroyndum. Teknikarin hevur studentsskúlaprógv og tvey ára upplæring.

Tosa vit um ábyrgd hevur jarðarmóðirin stóra ábyrgd fyri lív og heilsu hjá menniskjum. Stór krøv verða sett til hennara at samskifta við kvinnur í serligum støðum og við bangnar, óvitandi, komandi pápar. Ábyrgdin hjá teknikaranum er fyri dýrum tólum og er tí eisini ein fíggarjlig ábyrgd.

Arbeiðsbyrðan hjá jarðarmóðrini og teknikaranum er ymisk. Jarðarmóðirin hevur eitt sálarliga og likamliga stressandi arbeiði, og hon hevur ofta nógvar barnakonur í senn við størri og minni komplikasjónum. Teknikarin hinvegin hevur eitt sálarliga minni strævið arbeiði við at fáast við maskinur heldur enn menniskjur.

Viðvíkjandi arbeiðsumhvørvi geva eginleikar, sum serliga verða settir í samband við kvinnur, ikki viðbøtur: umsorgan, førleika í at samskifta við menniskju frá vøggustovu til ellisheim, skúlaflokkar o.s.fr. At samskifta við og hava ábyrgdina av maskinum, sum oftast er mannfólkaarbeiði, verður mett hægri í krónum og oyrum, tað vil siga hevur hægri virði.

Dálkingarviðbót verður sett í samband við olju, asfalt, máling o.s.fr. Skittur, skarn, lortur á kvinnuarbeiðsplássum sum til dømis á ansingarstovnum gevur ikki bonus av nøkrum slag. Tungt mannfólkarbeiði gevur viðbót, einstáttað konufólkarbeiði við flutningsbandi við til dømis ávísum rørslum gevur ikki viðbót.

Í Svøríki hava til dømis kommunurnar arbeitt við at endurskoða lønaravtalur við støði í hesum fýra viðurskiftunum, og tað hevur kollvelt lønarskipanirnar. Men um nakað kemur burtur úr, tá ið saman um kemur, er spurningurin!