Kvinnutrot

Fleiri kommunur í Norðurnoregi rópa varskó, tí har eru alt ov fáar kvinnur í barnførum aldri

Í Troms eru 1.529 færri kvinnur enn menn í aldrinum 20-44 ár, og ein uppgerð fyri alt Norðurnoreg vísir, at har vanta umleið 3.800 kvinnur í barnførum aldri. Í fleiri kommunum eru 20 prosent fleiri menn enn kvinnur í meðalaldri. Ein lítil uggi er tað kanska, at fyri 20 árum síðani var kvinnutrotið í Norðurnoregi tvær ferðir so stórt sum nú.